Komu á Havnina 18 juni kl 10 til stásiliga móttøku av familju, vinum og starvsfeløgum. Ikki so galið at fáa breyð við føroyskum viðskera, rækjubland, køku og brúsandi vín.
Onkur tók myndir, sum eg ikki havi fingið enn, so má leggja tær út seinni.
Komu inn móti Írsku strondini 11 juni aftan á 1176 míl og 10 døgn sigling úr Acores. Góður túrur undantikið 3 dagin, har vit rendu okkum í lítlan storm 44 knots har vit máttu taka stórseglið inn og halda undan.
Leiðin gongur nú til Stornoway at passa okkum løgir at sigla seinasta strekkið til Føroyar.
Komu til Horta 26 mai. Siglda strekkið var 2400 míl, sera lítil vindur fyrstu vikuna har vit mest sigldu fyri motor. Móti endanum høvdu vit nógvan vind og gingu 7 míl men endaði við at taka 26 døgn at sigla strekkið.
Gott at koma til Acorurnar at hvíla og bunkra til heimferðina.
Veðrið er keðiligt, vindur og regn, ikki sum ein hevði væntað Acorurnar um summarið.Hava tí ikki verið nakra útferð men fara bara undir seinasta strekkið heim so skjótt vit eru klár.
Møttu bert hendinga skipi á miðum Atlantshavi
Oscar og Frida sum sigldu langa strekkið við okkum