Um okkum

Fróði og Anna Louisa Joensen
Manningin verður í høvuðsheitum eg, Fróði Joensen, og kona mín, Anna Louisa Joensen.
Vit hava altíð elskað at siglt og at verið á sjónum. Gjøgnum ár og dag hava vit siglt nógv ymisk støð í Norðurevropu, Miðjarðarhavinum og Avstralia. Vit hava átt tveir ymiskar bátar, men seinastu árini hava onnur áhugamál gingið framum at eiga egnan bát. Nú hava vit keypt ein Hanse 400 seglbát, sum vit hava kallað Aldebaran – uppkallaður eftir seinasta bátinum, vit áttu. Aldebaran er navnið á reyðu stjørnuni, sum er eygað í stjørnumyndini Taurus.
Nógv fyrireiking hevur verið at fáa henda túrin og hetta sabbattárið upp á pláss. Eg havi orlov frá 1. juli 2025 til 30. juni 2026, og vit seta – væntandi – segl so skjótt sum veðrið verður til vildar eftir 1. juli 2025.
Ætlanin er at sigla beinan sunnan til Stornoway í Ytru Hebridunum. Tað verður ein sorgblíð løta, men vit gleða okkum at sleppa avstað og vóna, at onkur tykkara, sum lesur hetta, kemur við ein túr ella hittir okkum við onkra kai, um tað liggur fyri.
Vit síggjast!
Um bátin

Hanse 400
Vit hava keypt okkum ein brúktan Hanse 400 úr Noregi – ein 40-fót seglbátur, sum er bæði tryggur, skjótur og væl innrættaður. Hetta er ein bátur, sum er lættur at sigla – eisini tá tú bara eru tvey umborð – og hann liggur væl í sjónum, eisini tá tað er eitt sindur av vindi.
Inni er hann ljósur og rúmligur við trimum góðum kahyttum við dupultkoyggjum, kabúss, wc og øllum tær tørvar, um tú skalt vera leingi umborð. Uttan er hann eisini væl útgjørdur við stórum kokkpit og sjálvsláandi fokku, so tað er lætt at handfara seglini. Umframt vanliga nautiska útgerð hevur hann eisini Hydrovane vindróður og Schenker watermaker, so tær ikki nýtist at fara til lands eftir vatni.