top of page

Horta

  • Frodi Joensen
  • May 29
  • 1 min read

Updated: May 31

Komu til Horta 26 mai. Siglda strekkið var 2400 míl, sera lítil vindur fyrstu vikuna har vit mest sigldu fyri motor. Móti endanum høvdu vit nógvan vind og gingu 7 míl men endaði við at taka 26 døgn at sigla strekkið.

Gott at koma til Acorurnar at hvíla og bunkra til heimferðina.

Veðrið er keðiligt, vindur og regn, ikki sum ein hevði væntað Acorurnar um summarið. Hava tí ikki verið nakra útferð men fara bara undir seinasta strekkið heim so skjótt vit eru klár.

Møttu bert hendinga skipi á miðum Atlantshavi

Oscar og Frida sum sigldu langa strekkið við okkum

Springarar hugna sær í bógalduni


Dypping á 5 km dýpi


Horta


Føroyskt veðurlag á Acorunum

 
 
 

Recent Posts

See All
Heima aftur

Komu á Havnina 18 juni kl 10 til stásiliga móttøku av familju, vinum og starvsfeløgum. Ikki so galið at fáa breyð við føroyskum viðskera, rækjubland, køku og brúsandi vín. Onkur tók myndir, sum eg ikk

 
 
 

Comments


bottom of page