top of page

Øll innlegg

  • Frodi Joensen
  • Apr 29

Updated: May 29

Anegada er stór sandoyggj norðast í BVI og seinasti steðgur áðrenn vit í morgin leggja frá landi móti Acores.

Koma at sigla í lítlum vindi fyrstu dagarnar og hava tí bunkrað eyka olju.

Túrurin fer ætlandi at taka tríggjar vikur um vindurin verður til vildar.


Endaleysar oydnar strendur á Anegada


Sólarris yvir Anegada


 
 
  • Frodi Joensen
  • Apr 13

Updated: Apr 29

Sigldu fyri segl allan vegin úr Sint Maartin og fóru fyrst til Road Town at checka inn hjá havnamyndugleika, tollarum og immigration. Sigldu síðani út til Salt Island, ein nú óbygd oyggj, har tað eru nakrir innsjógvar, har fólk fyrr framleiddu salt at selja til skip sum komu framvið. Einaferð búðu eini 100 fólk á oynni, nú standa bara húsatoftir eftir.

Næsta dagin sigldu vit til oynna Virgin Gorda, har vit vitjaðu stað har veldugir klettar liggja oman á hvørjum øðrum í sjóvarmálanum so holur og gongdir eru undir, har ein kann ganga, sera sjórænarakent.

Frida og Charlotte á strondini á Salt island.


Sjórænaraholurnar í Bath



 
 
  • Frodi Joensen
  • Apr 4

Updated: May 29

So er næsta manning komin, mangla tó Onnu Louisu sum vegna rossini ikki fær komið fyrr enn týsdagin. Tá er ætlanin at sigla til Bretsku Jomfrúoyggjarnar.

Frida, Charlotte, Carla og Bo á kendu strondini Maho Beach, har stóru flogførini lenda beint uppi yvir. Frida og sjeikur hennara Oscar ætla at sigla við frá Karibia til Acores.



Maho Beach

 
 
bottom of page